11-02-2022

Ári Kruse prógv sum maskinsmiður

Í gjár var samkoma í verkstaðskantinuni hjá Articon, har Ári Kruse fekk handað prógv sum maskinsmiður, nú hann júst er liðugur við sveinastykkið og skúlagongdina. Eftir ætlan skuldi próvhandanin vera á Glasi, men korona vildi tað øðrvísi, og í staðin kom Tummas Marni Joensen, leiðandi lærari á maskinbreytini á Glasi, sjálvur niðan á verkstaðið hjá Articon at handa Ára prógvið. Á samkomuni handaði verkstaðsleiðarin hjá Articon eisini Ára eina heilsan frá fyritøkuni. Ári verður útlærdur seinni í ár. Vit ynskja Ára hjartaliga til lukku við próvnum og góða úrslitinum.

Leiðarin fyri verkstaðnum, Alfred Hummeland, handar Ára Kruse eina heilsan frá felagnum.

Tummas Marni Joensen frá Glasir fær eina rundvísing á verkstaðnum.