18-02-2022

Jón á Argjaboða liðugur við sveinastykkið

Jón á Argjaboða, timburlærlingur, er liðugur við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasir seinnapartin í dag, har høvið var at hyggja eftir sveinastykkinum. Prógvið fær Jón handað seinni í summar. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Jón verður útlærdur. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.