Nýggi mobilkranin hjá ArtiCon roynist væl

Í oktober mánaði kom ein nýggjur 250 tons mobilkrani av slagnum Grove GMK 5250L inn í maskinparkina hjá ArtiCon.

Mobilkranin hevur roynst sera væl, bæði hjá felag og kundunum. Nýggi mobilkranin lyftir 250 tons, røkkur 64 metrar út og í hædd upp til 70 metrar. Mobilkranin vigar 145 tons. Við nýggja mobilkrananum vænta vit, at ArtiCon megnar at loysa allar seruppgávur, sum marknaðurin hevur tørv á.