03-02-2023

9 NÝGGIR LÆRLINGAR Í ARTICON

9 nýggir lærlingar byrjaðu 1. februar í handverkara læru hjá ArtiCon.

Fyrstu vikuna fara lærlingarnir at fylgja eini serligari innleiðslu skrá, har lærlingarnir verða settir væl inn í øll vikurskifti, hvussu tað er at vera lærlingur í ArtiCon.

ArtiCon leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina. Lærlingarnir fara at læra innan hesi fakini timbur og maskinsmið.

Lærutíðin er 4 ár, harav 55 vikur eru á tekniska skúla.

Útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað. Tað eru gott 10% av samlaða starvsfólkahópinum hjá Articon, sum eru lærlingar.