16-06-2023

Jónathan Hayfield liðugur við sveinastykkið

Jónathan Hayfield, maskinsmiðlærlingur er liðugur við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á verkstaðnum á Hjalla í morgun. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Jónathan verður útlærdur. Vit ynskja Jónathan hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit  Jónathan og Frívald Tindskarð, meistara hjá Jónathan í ArtiCon avmyndaðar uttanfyri verkstaðið.