04-02-2010

Articon átti ársins leiðara 2010

Á árliga leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri, bleiv stjóri okkara valdur til ársins leiðara. Høvuðsgrundgevingarnar hjá dómsnevndini vóru hesar:

Hevur sýnt áræði, dirvi og hegni í sera umfatandi verkætlanum
Hevur skapt góð úrslit og verið fyrimyndarligur leiðari í byggivinnuni
Framt stórar tillaðingar í truplum tíðum við virðing fyri ti einstaka og fyritøkuni

Vit í ArtiCon fegnast um henda heiður, sum er sýndur Jóni, og vit kenna okkum aftur í teimum lýsingum, sum kósanin byggir á.

Í leiðsluhøpi er lívsáskoðanin í ArtiCon, at bæði evni og vilji til at fremja dygdarverk økjast munandi, um arbeiðið byggir á álit, virðing og samanhald. Hetta er galdandi yvir styttri eins væl og kanska serliga yvir longri tíðarskeið.

Vit ynskja Jóni tillukku við hesum uppiborna heiðuri.