08-12-2023

ArtiCon í Nám X

Í morgun vitjaði ArtiCon saman við øðrum fyritøkum NámX í Havn og greiddi frá útbúgvingarleiðum, nú næmingarnir skjótt verða lidnir við fólkaskúlan og skulu velja, hvat teir vilja. Yrkisnám, miðnám ella annað.
Yrkisnám tekur fýra ár, har man sum lærlingur skiftir ímillum arbeiði og skúla. Gott er at sleppa til arbeiðis, men skúlaparturin er eisini populerur millum yrkisnámarar. Útbúgvin, heldur man áfram sum sveinur ella lesur víðari í Føroyum og uttanlands.
Fyri ArtiCon hevur tað nógv at siga, at man trívist í sínum arbeiði og hevur hendurnar til tað. Trygdin er eisini umráðandi, bæði likamliga og sálarliga.
ArtiCon leggur dent á tað burðardygga. Fyritøkan skipar soleiðis regluliga fyri lærlingasamrøðum og lærlingadøgum, og lærlingarnir fáa hvør sína útbúgvingarbók, sum tryggjar, at teir koma ígjøgnum alt tað fakliga og læra tað, teir skulu duga.
Hjá ArtiCon arbeiða 30 lærlingar í alskyns fakum.