09-03-2022

Lærlingar lidnir við sveinastykkið og skúlagongdina

Arni Tausen,timburlærlingur, og Dánjal Akselsson Haraldsen, timburlærlingar, eru lidnir við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasir seinnapartin í dag, har prógvini fyri skúlagongdina vóru handað lærlingunum. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn teir verða útlærdir. Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit lærlingarnar avmyndaðar við Vilhelm Jacobsen og Heðin B. Nielsen, meistarar hjá lærlingunum í ArtiCon.

Sveinastykkið hjá Arna Tausen.

Sveinastykkið hjá Dánjal Akselsson Haraldsen.