16-02-2024

Nýggi Fjøruvegurin avhendaður Runavíkar kommunu

Vegurin er 1,3 kilometrar til samans og gongur frá bingjuhavnini niðan fyri bakaríið og inn til Glyvravegin. Tvey nýggj vegamót eru gjørd. Annað knýtir Bakkavegin saman og hitt knýtir Glyvravegin í nýggja Fjøruvegin. Nógv er eisini gjørt burturúr fram við vegnum. Niðanfyri er gjørdur ein volli, og aftan fyri vollan eru gjørdar gongugøtur við beinkjum og nýplantaðum trøum.

Gongugøtan leiðir til eina gongubrúgv, ið fer yvir um nýggja vegin, og hinumegin halda gongugøtur áfram niðan á Glyvravegin beint við skúlan. Gjørdar eru eisini alskyns nýggjar leiðingar og gongubreytir eftir strekkinum.

Í dag er nýggi vegurin avhendaður Runavíkar kommunu, og vit ynskja kommuni hjartaliga til lukku við verkinum.

Elcon, Kreton, JHR Entreprenørar, Munin, Thomsen & Co, HZ-gravmaskur og Hellisá hava verið undirveitar. LBF hevur verið ráðgevi. Vit takka fyri góða samstarvið.