01-11-2019

Sáttmáli undirskrivaður við Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna og Articon hava skrivað undir sáttmála um at stykkja út grundøkir suður frá Hórheiðum á Skála. Talan er um ein sáttmála um útstykking av 27 grundøkjum.

Arbeiðið umfatar planering av grundøkjunum, kansteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar. Sáttmálakostnaðurin er slakar 18. mill. kr.. Útstykkingin skal verða liðug í november mánaða 2020.

 

Á myndini síggja vit Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runarvíkar kommunu og Jón Sigurdsson, stjóra í Articon.