25-06-2020

Birgir Jacobsen liðugur við sveinastykkið

Í juni mánaði varð Birgir Jacobsen, maskinsmiðlærlingur, liðugur við sveinastykkið. Í hesum sambandi var prógvhandan á Glasir seinnapartin í dag.

Birgir Jacobsen verður útlærdur í august mánaði í ár. Vit ynskja Birgir hjartaliga tillukku við sveinaprógvinum og alt tað besta í framtíðini.