09-02-2017

Nýggj summarhús heima á Sandi

Articon byggjur 12 summarhús heima á Sandi. Tvey hús eru komin upp og trý eru ávegis. Fimm tey fyrstu húsini verða væntandi klár í vár, og sjey tey næstu koma eitt sindur seinni. Elementini til húsini verða gjørd norðanfyri og síðani flutt suður og sett saman á staðnum.

Skyn umsitur søluna av summarhúsunum, og byrjar søluátakið í apríl.