02-07-2021

Bryggjukanturin í Vágsbotni

 Arbeiðið at breiðka bryggjuna við sølutorgið í Vágsbotni gongur sum ætlað. Í løtuni verður seinasta hond løgd á at seta bryggjuelementini upp. Komandi dagarnir verður nýggjur bryggjuhamari stoyptur. Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt til drotningavitjanina.