29-09-2022

Stórur dagur fyri føroyskt ítróttar- og mentanarlív

 Í dag var sáttmálin um projektering og bygging av stórhøllini við innkomuvegin í Hoyvíkshaganum millum Sjálvsognargrunnin Føroya Arena og Articon undirskrivaður.

Vit fegnast um at hava fingið møguleikan at vera partur av hesi spennandi verkætlan, sum fer at lyfta umstøðurnar fyri føroyskt ítróttar- og mentanarlív á eitt altjóða støði.

Vit fara alt fyri eitt hugaliga til verka, og skal stórhøllin standa liðug í februar 2025.