14-12-2018

ArtiCon gjørt avtalu um út- og umbygging av Tjarnagarði

Í gjár undirskrivaðu ArtiCon og Tórshavnar kommuna arbeiðstakarasáttmála um út- og umbygging av Tjarnargarði. Út- og umbyggingin umfatar tann partin av Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin.

Útbyggingin umfatar 7 nýggj umlættingarpláss, uppraðfesting av venjingarhølum og dagtilhaldinum, nýggjur køkur og samanbinding av báðum høvuðsbygningunum. Øll ovara hædd verður gjørd av nýggjum, og fleiri fermetrar verða tí til venjingar og dagtilhald, umframt at stórur partur av bygninginum verður høvuðsumvældur har neyðugar ábøtur verða gjørdar viðv. m.a. brunaviðurskiftum og ventilatón.

Á myndini síggjast Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, Annika Olsen, borgarstjóri, og Bergun Kass, forkvinna í eldranevnd Tórshavnar býráðs.