20-08-2021

Nýtt tún í Lágargarði

Seinast í juli varð verkætlan avhendað Tórshavnar kommunu, har Articon hevði tikið upp gamla túnið uttan fyri Lágargarð og gjørt alt av nýggjum. Eisini nýtt asfalt var lagt á. Talan er um góðar túsund fermetrar. Arbeiðið var liðugt til tíðina og fyri avtalaðan kostnað.