09-12-2022

Fjalsvegur í Vestmanna liðugur

Arbeiðið at gera Fjalsveg i Vestmanna er nú liðugt og vegurin avhendaður Vestmanna kommunu. Vegurin er knappar 1.000 metrar langur og 8 metrar breiður. Vestmanna kommuna ynskir eisini at gera tvey parkeringsøki til vegin, og farið verður í sving við tað fyrst í komandi ári. Vit ynskja vestmenningum hjartaliga til lukku við nýggja vegnum.