18-04-2023

Serbreytin á Glasi vitjað Articon

Í dag var serbreytin á Glasi á virkisvitjan í elementhøllini hjá Articon á Sundi. Har greiddi arbeiðsleiðarin teimum frá, hvussu tey har smíða og stoypa element av øllum slag, og síðan vísti hann næmingunum høllina. HR-ráðgevin kunnaði eisini um starvsmøguleikar, og hvussu tað er at koma á arbeiðsmarknaðin eftir loknan lestur. Næmingarnir vístu stóran áhuga fyri arbeiðsmarknaðinum og fyri arbeiðinum í høllini og vóru væl nøgdir við dagin. Articon takkar fyri vitjanina og áhugan og ynskir næmingunum bestu eydnu við lestrinum.