21-05-2022

Articon starvsfólkadag

Í gjár luttóku øll starvsfólkini í ArtiCon á árliga starvsfólkadegnum hjá felagnum. Starvsfólkadagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum í Havn og úti í býnum, har fyritøkan NAX skipaði fyri fleiri trivnaðartiltøkum.

Evnið í ár var “Sálarliga arbeiðsumhvørvið og trivnaður”.

Nógv spennandi var á skránni, eitt nú framløgur við millum annað Erling Fles, sálarfrøðingi, ein nýggj HTU-app var tikin í brúk og ikki minst tey góðu tiltøkini NAX skipaði fyri runt í Tórshavn.  

Starvsfólkadagurin er eitt árligt afturvendandi tiltak hjá ArtiCon.  Dagurin eydnaðist stak væl.