30-06-2020

Í summarstarv hjá Articon

Ein liður í samfelagsábyrgdini hjá Articon er at seta ung fólk í summarstørv. Hetta eru ung fólk, sum koma frá Fólka- og miðnámsskúlunum.

Í ár eru tey ungu summarstarvsfólkini eini 15 í tali. Tey koma at virka á teimum ymisku verkætlanum hjá felagnum. Á myndini síggjast 11 summarstarvsfólk.

Summarstarvsfókini vera í starvinum fram til Ólavsøku.