26-11-2009

Reisigildi á nýggja skúlanum á Argjum

Seinnapartin fríggjadagin 20. novembur var reisigildi av fyrsta byggistigi av nýggja skúlanum á Hamrinum á Argjum. Hesin parturin fevnir um umleið 2.100 m2 av samlaðu byggingini upp á umleið 6.500 m2.

Reisigildið varð hildið í starvsfólkahølunum á byggiplássinum fyri umleið 70 fólkum, umboðandi byggiharra, Argja Skúla, ráðgevar, ArtiCon og undirarbeiðstakarar. Har bleiv tikið samanum gongdina higartil, og fólk nýttu høvið at frøðast um gongdina og góða samstarvið.

Arbeiðið, sum byrjaði í 20. mei í ár, hevur higartil gingið væl, og tíðarætlanir halda. 70% av betongarbeiðnum er longu gjørt, meðan stál- og takarbeiðið er komið nakað áleiðis. Timburarbeiðið er júst byrjað. Ætlandi skal skúlin verða klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2011.