26-06-2020

Markus Olsen liðugur við sveinastykkið

Í juni mánaði varð Markus Olsen, timburlærlingur, liðugur við sveinastykkið. Í hesum sambandi var prógvhandan á Tekniska skúla í Klaksvík seinnapartin í dag.

Markus Olsen verður útlærdur í august mánaði í ár. Vit ynskja Markusi hjartaliga tillukku við sveinaprógvinum og alt tað besta í framtíðini.