01-12-2023

Jóhan Heinason Joensen útlærdur

Í dag er Jóhan Heinason Joensen útlærdur sum húsasmiður hjá ArtiCon. Á samkomu á Skála í dag móttók Jóhan sítt sveinabræv og eina heilsu frá felagnum.

Articon hevur í dag 30 lærlingar í starvi. ArtiCon leggur stóra orku í, at útbúgva handverkarar innan fleiri økir, og hevur felagið góðar royndir við at hava lærlingar í útbúgving.

Vit ynskja Jóhan hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Jóhan heldur á fram í felagnum.

Á myndini síggjast Jóhan Heinason Joensen og Vinjard Guttesen, leiðari hjá Jóhan.