08-10-2021

Hávarður í starvsvenjing hjá Articon

Hávarður lesur verkfrøði á AAU í Ålborg við sergrein í vegarbeiði. Hann er komin til 6. skeið og er í løtuni í starvsvenjing hjá Articon.

Í starvsvenjingini er Hávarður knýttur at tunnilsarbeiðinum norður um Fjall. Uppgávurnar hava millum annað verið umfataðar av byggileiðslu og landmáting.

Í november fer Hávarður undir høvuðsuppgávu sína í samstarvi við Articon.