09-06-2023

Lærlingar hjá Articon lidnir við sveinastykkið

Janus Gutti Johannesen og Jóhan Heinason Joensen, timburlærlingar, eru lidnir við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasir seinnapartin í dag, har høvið var at síggja sveinastykkini. Seinsta fríggjdag var hátíðarløta á Tekniska skúla í Klaksvík, har Sólvi Berg Høgnesen, timburlærlingur, móttók prógvið fyri skúlagongdina. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn teir verða útlærdir. Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit lærlingarnar avmyndaðar við Vinjard Guttesen og Dánjal Sørensen, meistarar hjá lærlingunum í ArtiCon. Jóhannes Berthelsen, meistari, væntar á myndini. 

Sølvi Berg Høgnesen, timburlærlingur.