21-04-2023

Sjøtul settur á tjóðarhøllina

Arbeiðið við at gera Føroya Arena, tjóðarhøll føroyinga, er av álvara byrjað. Uppi við Stórutjørn í Hoyvík, har høllin fer at standa, verður nú sprongt og grivið omanav, og fyrst í juni verður farið at stoypa. Tað gongst eisini væl við prosjekteringini. Umsókn um byggiloyvi verður latin Tórshavnar kommunu fyrsta dagin. Tjóðarhøllin verður marghøll til alskyns virksemi, eitt nú ítrótt, ráðstevnur, møtir, konsertir og annað, sum savnar. Høllin verður liðug 29. januar í 2025.