27-09-2008

ArtiCon ársins virki 2008

Á árliga vinnudegnum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, bleiv ArtiCon kosið til ársins virki 2008. Grundgevingarnar hjá dómsnevndini vóru m.a., at ArtiCon hevur verið í støðugum vøkstri, og hóast fyritøkan bert hevur verið til í 7 ár, er hon longu millum tær størstu byggifyritøkurnar í landinum.

Harumframt var avgerðin grundað á, at felagið í einum hvørjum høpi setur dygd, trygd og trivna í hásæti, eins og dentur verður lagdur á starvsfólkamenning, sum ein nátúrligur partur av menningini av fyritøkuni.

Í sambandi við kjósanina verður móttøka leygardagin kl. 17:00 í hølum felagsins á Hjalla 20, har øll eru vælkomin.