30-03-2020

Heini Danielsen liðugur við sveinastykkið

Fríggjadagin varð Heini Danielsen, byggismiðslærlingur, liðugur við sveinastykkið. Orsakað av koronasmittuni, varð eingin prógvhandan. Heini hevur tikið bókliga partin av útbúgvingini á AMU í Odense. 

Heini Danielsen verður útlærdur í august mánaði. Vit ynskja Heina hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.