08-05-2023

Hol sett á Húsareynstunnilin

Fyrrapartin í dag varð fyrsta skot latið av til tunnilin undir Húsareyn. Í hesum sambandi var hátíðarhald við Villingardalsvegin, har Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson hildu røðu og skutu fyrsta skotið vegna Tórshavnar kommunu.

Tunnilin, sum er partur av nýggja innkomuvegnum til Havnar, er góðar tveir kilometrar langur og gongur úr Villingardali yvir í Marknagil.

Um arbeiðið gongur eftir ætlan, verður tunnilin skotin ígjøgnum um árskiftið.