18-08-2023

Verkstaðsformaður 60

Fyrrapartin var hugnaløta á verkstaðnum hjá Articon á Hjalla, í sambandi við at verkstaðsformaðurin, Regin Joensen, hevur sneitt um tey seksti árini. Bárður Árnason, verkstaðsleiðari, og Jón Sigurdsson, stjóri, bóru Regini eina heilsan. Vit á Articon ynskja Regini hjartaliga til lukku við degnum og alt tað besta framyvir.