15-12-2023

Articon luttekur á Jobmatch 29. desember

29. desember verður afturvendandi tiltakið í Norðurlandahúsinum "Jobmatch". Her er góður møguleiki at fáa eitt prát um starvsmøguleikar, praktikpláss, lærupláss ella uppgávuskriving.

Fleiri umboð frá Articon fara at luttak á básinum hjá Articon, so góður møguleiki er at fáa eitt prát um yrkisleiðini og framtíðar møguleikunum fyri einum starvi í felagnum. Tú kann møta einum byggifrøðingi, verkfrøðingi, lærlingi, HR-fólki, HTU-fólki. 

Hjartaliga vælkomnin til eitt prát millum 12-18.