08-02-2019

Tórður S. Guttesen útlærdur

Í dag hevur hugnaløta verið í kantinuni á verkstaðnum hjá ArtiCon í samband við, at Tórður S. Guttesen varð útlærdur sum maskinsmiður. Tórður hevur valt at halda á fram í starvi hjá ArtiCon sum maskinsmiður.

Vit ynskja Tórði hjartaliga tillukku við útbúgvingini og tí sera góða úrslitinum. Góða eydnu í framtíðini.

Tórður er avmyndaður saman við Regin Joensen, arbeiðsleiðara á verkstaðnum, og Jón Sigurdsson, stjóra í ArtiCon.