21-07-2022

Verkætlan í Grønlandi liðug

Seinastu seks vikurnar hava fólk frá Articon verið í Kangerlussuaq og arbeitt. Tey hava avsluttað eina verkætlan í einum stórum námi, ið gongur frá flogvøllinum í bygdini og 80 kilometrar út eftir Kangerlussuaq fjørði. Uppgávurnar vóru at stoypa, bjálva og planera fyri fundamentum umframt at gera kloakk og gólv. Hóast tað var fjarskotið, og arbeiðsumstøðurnar ikki vóru so líkatil, so gekk alt av tí besta.