20-09-2019

Helgi á Fløtti útlærdur

Í morgun var hugnaløta á byggiplássinum á Tjarnargarði. Her varð tað markerað, at Helgi á Fløtti er liðugur við læruna sum handverkari. Helgi tók her fyri yrkisnám á Glasir og kom síðani í læru sum timburmaður. Á samkomuni í morgun móttók Helgi sveinabrævið. Jón Sigurdsson hevði eina heilsu og handaði Helga sveinabrævið. Vit ynskja Helga hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Helgi heldur á fram í felagnum.