16-09-2021

Keypssáttmáli undirskrivaður um Miðhorn

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Articon skrivað undir keypssáttmála um góðar 21.000 fermetrar av jørð á Miðhorni í Havnardali. Articon fer nú í gongd við prosjekteringsarbeiðið at byggja randarhús og leiguíbúðir á økinum. Talan verður um 20 randarhús og 40-50 leiguíbúðir.