28-01-2019

Pætur Dahl útlærdur

Fríggjadagin varð Pætur Dahl útlærdur sum maskinsmiður á ArtiCon. Pætur hevur lært á verkstaðnum á Hjalla. Í hesum tíðarskeiði hevur Pætur virkað innan ymisku økini á verkstaðnum. Pætur hevur valt at fara undir víðari lesnað á Vinnuháskúlanum. Pætur heldur á fram at arbeiða á verkstaðnum í feriunum.

Vit ynskja Pæturi hjartaliga tillukku við útbúgvingini og tí sera góða úrslitinum. Góða eydnu í framtíðini.

Pætur er avmyndaður saman við Jón Sigurdsson, stjóra í ArtiCon.