21-12-2017

10 ára starvsdagar

Í dag hevur hugnaløta verið á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skránni. Millum annað vórðu 11 starvsfólk heiðraði í samband við, at tey hava havt 10 ára starvsdag. Jón Sigurdsson segði nøkur orð og takkaði starvsfólkunum fyri teirra trúfesti øll hesi árini.

Starvsfólkini eru tað týdningarmiklasta tilfeingið í felagnum, sum hevur nógvar ymiskar verkætlanir ígongd. Millum verkætlanirnar kunnu nevnast: Smoltstøð Norðuri á Strond hjá Bakkafrost, nýtt orkuverk á Sundi til SEV og nýggjan Skúla á Fløtum til Tórshavnar Kommunu. Síðstnevnda verður gjørt saman við Búsetur.

Starvsfólkini, sum vórðu heiðraði vóru: Birgit A. Hansen, Páll Poulsen, Dánjal Sørensen, Ambjørn Christensen, Hans Jaspurson Hansen, Osmar Hansen, Alfred Blástein, Torbjørn Hansen, Evelyn Gaard, Jógvan Hendrik Jensen og Lasse Christensen.

Vit í ArtiCon ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.

Birgit A. Hansen og Evelyn Gaard vænta á myndini.