14-07-2017

ArtiCon úti í Stakkinum

ArtiCon hevur nógvar verkætlanir runt landið. Ein av hesum verkætlanum er at endurnýggja rennistreingirnar út í Stakkin. Arbeiðið byrjaði mánadagin 10. juli, tá fólk frá ArtiCon fóru út í Stakkin saman við staðbundnum fólki.

Fyrsta uppgávan er longu loyst, at gera fundamentið í Stakkinum, sum skal bera stálfesti í Stakkinum. Í komandi viku verður fundamentið gjørt á Streymoynna, áðrenn rennistreingirnir verða festir, uppsettir og uppspentir. Ætlanina er at royndarkoyra rennistreingirnir 1. september.

Frá Stakkinum verður sagt, at arbeiðir hevur gingið sera væl og hevur veðrið verið sera gott allar dagarnar.