26-06-2018

Fyrstu rognini sett til klekingar í smoltstøðini norðuri á Strond

Í farnu viku hevði Bakkafrost eina hugnaløtu fyri teimum mongu starvsfólkunum, sum arbeiða á smoltstøðini norðuri á Strond. Høvið var, at nú vóru fyrstu rognini sett til klekingar í “føðistovuni” norðuri á Strond, og alivirksemið harvið sett á skinnarar í heimsins størstu smoltstøð.

Tað var Rógvi Jacobsen, stjóri á smoltstøðini norðuri á Strond, ið bjóðaði vælkomin til starvsfólkini hjá Articon, okkara undirveitarum og fólkunum frá Bakkafrost.

Síðani segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, nøkur orð.

Í løtuni arbeiða 190 fólk hjá Articon við undirveitarum á smoltstøðini.

At enda takkaði Regin Jacobsen Articon og øllum undirveitarum fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði, samstundis sum bann vónaði, at hendan verkætlanin skuldi eydnast væl og vera til stóra signing fyri fólk og land.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, helt eisini røðu, eins Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, eisini segði nøkur orð.