24-06-2021

Lærlingar hjá Articon móttóku prógv fyri skúlagongdina

Zacharis V. Zachariasen, maskinsmiðlærlingur og Leon B. Hansson og Geir E. Fossaberg, timburlærlingar, eru lidnir við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein hátíðarløta á Glasir seinnapartin í dag, har prógvini fyri skúlagongdina vóru handað lærlingunum. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn teir verða útlærdir. Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit lærlingarnar avmyndaðar við Bjarke Thastrup og Frívaldur Tindskarð, meistarar hjá lærlingunum í ArtiCon.