26-11-2022

Articon fingið vaskimaskinu til lastbilar

Tá ið sprongt og grivið verður, er nógv at koyra hjá lastbilunum, og skjótt er at dálka alfaraveg. Articon hevur tí skaffað sær eina vaskimaskinu til lastbilar, so at teir kunnu fara reinir út á vegirnar. Maskinan fer væl um og skilur mold og aðra óreinsku frá so hvørt, so at vatnið kann endurnýtast. Nýggi møguleikin hevur verið royndur eina tíð og sær út til at virka væl.