04-05-2018

Nýggj útstykking á Argjum

ArtiCon og Tórshavnar Kommuna hava í morgun undirskrivað sáttmála um nýggja útstykking við Klingurstjørn.

Talan er um eina útstykking til 45 grundstykkir. Arbeiðið fer væntandi í gongd seinri í mai mánaða.

Sambært tíðarætlanini skal arbeiðið gerast yvir 15 mánaðir.