14-03-2019

ArtiCon undirskrivað sáttmála at gera nýggja Hvalbiartunnil.

Í dag skrivaðu Articon og Landsverk undir arbeiðstakarasáttmála um arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin. Arbeiðið fevnir um bæði tunnil og vegagerð.

Trý feløg vóru undangóðkend at bjóða upp á hesa verkætlan, og lægsta tilboðið átti Articon, sum vil gera nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág. Tekniskur ráðgevi er Landsbyggifelagið. Hinar fyritøkurnar, sum vóru undangóðkendar, vóru J&K Petersen og NCC.

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Niðastabotn í Hvalba til undir Gjánhomrum í Trongisvági, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin, tætt við brúnna um Kjógvavatn til Nesveg tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági.

Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin Trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og Hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.