17-11-2021

Sáttmáli undirskrivaður um at byggja nýtt brigdehús

Í dag er sáttmáli undirskrivaður millum sjálvognarstovnin Brigdehúsið og Articon um heildarveiting av nýggjum brigdehúsi á Hoydalsvegnum. Farið verður undir jørð- og lendisarbeiðið sum skjótast. Timburelementini verða framleidd í nýggju elementhøllini hjá Articon á Sundi, og væntandi er verkætlanin liðug um hálvan september 2022. Á myndini síggjast Mads Guttesen og Marjun Restorff, umboð frá Brigdehúsinum, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.