10-11-2017

Nýggir timburmenn

Í dag eru Sigurd Bjørn Mørkøre og Torstein Mýlingstind útlærdir sum timburmenn. Sigurd Bjørn og Torstein hava lært í fýra ár, nú teir hava tikið sína yrkisútbúgving. Teir hava fingið førleikar innan bygging í vinnulívinum, har teir hava skift millum ymiskar arbeiðsuppgávur á byggiplássinum hjá ArtiCon og skúlagongd á Tekniska skúla. Vit í ArtiCon ynskja báðum tveimum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og góða eydnu víðari á leiðini. Sigur Bjørn heldur fram í starvinum í ArtiCon sum timburmaður, og Tórstein fer undir hægri lesnað.