10-03-2021

Útstykkingin suður av Hórheiðum liðug.

Í dag hevur Articon avhendað 27 byggibúgvin grundøkir suður av Hórheiðum á Skála. Samlaða víddin av allari útstykkingini er á leið 20.000 m2. Avgrevsturin er umleið 36.000 m3, og sprongdir eru áleið 27.000 m3 av hellu.

Í sambandi við avhendingina var hátíðarhald á Skála seinnapartin.

Borgarstjórin í Runarvíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen og stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, nýttu høvi at røða og hvør sær at takka fyri sera gott samstarv hesa tíðina.