24-01-2024

Keyp eitt høsnarhús frá Articon

Articon smíðar høsnarhús úr endurnýtslu- og avlopstilfari. Tað er avskurður av viði og øðrum, sum ikki røkkur til pyramidur og brýr, men sum er heilt framúr til høsnarhús.

Øll kunnu keypa eitt høsnarhús frá Articon

Tað er bíðilisti. Skriva teg á hann við at senda eitt teldubræv til Kaj Wacher, byggileiðara hjá Articon, á kaj@articon.fo. Upplýs fornavn, eftirnavn, telefonnummar og teldupostadressu. Tá ið títt høsnarhús er liðugt, ringir ella skrivar Articon til tín.

Er eingin bíðilisti, verða høsnarhúsini seld á facebooksíðuni hjá Articon.

Eitt høsnarhús kostar 5.800 krónur við mvg. Tað er fyri arbeiðslønina. Tilfarið rindar man einki fyri.

Húsini verða gjørd í elementhøllini hjá Articon á Sundi. Skúlanæmingar og feriuavloysarar smíða eftir vegleiðing frá timburmonnum.

Húsini eru øll unik og verða skapt burtur úr tí tilfari, sum er tøkt í smíðingarløtuni. Tey verða gjørd í eindum og eru tí nemm at fáa til hús og seta saman heima í garðinum.

Spyr endiliga um húsini. Ring til elementhøllina hjá Articon á Sundi á telefon 286 121, mánadag til fríggjadag millum 10 og 16.

Sí meira her Høsnarhús