21-05-2010

Boðanesheimið

3. mai 2010 blivu tilboðini upp á bygging av eldradepli yviri við Strond, sum seinni hevur fingið navnið Boðanesheimið, latin Tórshavnar Kommunu. Talan er um eina heildararbeiðstøku, har arbeiðstakarin umframt sjálva byggingina eisini skal standa fyri projektering v.m.

ArtiCon var saman við MT Højgaard Føroyar og J. & K. Petersen undangóðkent at gera uppskot til og geva tilboð upp á nýggja eldradepilin. Arbeiðið varð boðið út í sokallaðari umvendari lisitatión við einum príslofti fyri handverkaraútreiðslur og projektering upp á 64,0 mió.kr. +/- 7,5 mió.kr.

Projektuppskotið er gjørt í samstarvi við Albert Isfeld, Gudmund Hansen og Selmar Nielsen, arkitektar, LBF, Martin E. Leo og SMJ. Fleiri myndir kunnu síggjast her.

Tá talan er um heildararbeiðstøku, er tað ikki bara tilboðsupphæddin, sum er avgerandi fyri vali byggiharrans. M.a. arkitekturur, funktionalitetur og tilfar hava eisini týdning, tá byggiharrin avger, hvørjum tilboði tikið verður av. Tórshavnar Kommuna væntar at nýta umleið ein mánaða til at meta um innkomnu uppskotini, og tí kann roknast við eini niðurstøðu stutt eftir mánaðarskiftið mai/juni.