29-10-2021

Verkstaðið hjá Articon avgreiðir fjølbroyttar uppgávur.

Millum mongu arbeiðini er eitt nú at umvæla skuffur til allar maskinur, so sum at skifta røtur og sker og at sveisa aftur rivur og skiftir. Á verkstaðnum arbeiða dugnalig starvsfólk við røttum førleikum og drúgvum royndum. Aðalmálið er at fáa alt skjótt og væl úr hondum greitt. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við verkstaðið og fáa meira kunning á telefon 350 710.