26-01-2020

60+ hugnakvøld hjá Articon

Samsvarandi økta virkseminum hevur Articon upplivað stóran vøkstur í starvsfólkahópinum seinastu árini. Ein partur av hesum starvsfólkahópi er tey, sum eru 60 ár og eldri. Í hesum hópi teljast í dag 28 fólk, og elsta starvsfólkið, sum starvast fulla tíð, er 77 ár.

Í gjárkvøldið varð skipað fyri einum hugnakvøldi, har ymist var á skránni. Stjórnin vísti m.a. á stóra týdningin, eldra ættaliðið hevur í fyritøkuni og takkaði hópinum fyri stóra íkastið gjøgnum nógv ár, tí flestu av 60+ starvsfólkunum hava verið við í tilgongdini næstan øll árini í søgu felagsins. HR-deildin legði fram ein lívsleiðspolitikk, har víst varð á, hvørji aðalmálini eru í øllum aldursbólkum, frá tí eitt starvsfólk byrjar í felagnum sum 15+, til ein kemur í árgangin 60+. HTU-deildin hugleiddi um trygdina og arbeiðsumhvørvið hjá 60+ starvsfólkunum. Eisini var umboð frá TRYGD og kunnaði um tryggingarviðurskiftini hjá starvsfólkum í hesum aldursbólki. Hallur Joensen við bólki kom eisini framvið og spældi nøkur góð løg.

Í Articon verður stór orka løgd í dygd, trygd og trivnað. Eitt av aðalmálunum er, at starvsfólk varðveita sín førleika, soleiðis at tey framhaldandi kunnu vera við til at skapa góðu úrslitini í Articon – eisini eftir, at ein er vorðin 67 ár.

Góður matur var eisini ein partur av hesum væleydnaða hugnatiltaki, sum verður afturvendandi í komandi árum.